Rommel fær munnkurv

Tey, sum eiga rottwailerhundarnar, sum fóru eftir einum lítlum hundi í Vestmanna leygardagin, ætla ikki at taka lívið av hundunum

Tað hendi fríggjadagin, at teir báðir rottwailararnir í Vestmanna fóru til stroks, tí úthurðin var farin upp.
Eitt par í Vestmanna eigur hundarnar.
- Tað var bara hundurin Rommel, sum beit tann lítla hundin, sigur kvinnan.
Rommel er hálvt triðja ára gamal. Hin hundurin er tík, eitur Sascha og er hálvt fimta ára gamal.
Sascha hevur verið til hundavenjing og er góðslig sambært eigaranum.
Kvinnan heldur, at óheppið hendi, tí hundarnir fóru út saman.
Hon harmast hendingina, men hon vil ikki hoyra um at taka lívið av hundunum.
- Eg eri til reiðar at fara so langt sum til ber fyri at verja hundarnar, sigur kvinnan, sum ikki hevur torað at farið út fyri dyr síðan hendingina av ótta fyri, hvat fólk siga.
Men hon ætlar at gera sítt fyri, at slíkt óhapp ikki hendur aftur orsakað av hundum teirra.
- Eg havi bílagt munnkurv og stoythelsi til hundarnar, sigur hon.