Romario var dopaður

41 ára gamli Romario, sum á síni yrkisleið hevur skotið fleiri enn 1.000 mál, varð herfyri testaður positivur eftir ein dyst fyri felag sítt, Vasco da Gama. Sjálvur hevur Romario viðgingið, at ólóglig evni vóru í royndini, men hann sigur seg kortini vera ósekan í hesum. – Tað einasta, sum eg havi tikið, er eitt evni, sum skuldi forða fyri hármissi. Møguleiki er fyri, at Romario verður leikbannaður í seks mánaðir, men sjálvur vónar hann tó, at talan bert verður um bót.