Aldrandi brasilski áleyparin er komin til endan av sínari yrkisleið innan fótbóltin. 42 ára gamli Romario hevur yvir 1000 mál á baki tey 27 árini, hann hevur spælt fótbólt á hægsta støði. Romario er til dagligt leikandi venjari hjá heimlandsfelagnum Vasco da Gama, men í dag kunngjørdi hann, at 30. mars verður dagurin, har hann gevst sum bæði leikari og venjari.
Avgerðin er uttan iva grundað á 120 leikdaga leikbannið, sum honum herfyri var ásett fyri at hava nýtt ólóglig dopingevni.
Romario skal framyvir hjálpa brasilska fótbóltssambandinum við fyrireikingunum til HM, sum verður í Brasilia í 2014.