Tað er ikki á hvørjum degi, at samanleggingar fara fram úti á bygd, men í Vestmanna húsast handlarnir, Freya og Romantiqe, nú undir somu lon. Freya og Romantiq eru nú tveir handlar undir somu lond í Vestmanna. Mótahandilin, sum Tórhild Nielsen eigur og handlin hjá Kirstin Johannesen við lekrum lutum til heimið og nógvum gávuhugskotum.
Tær báðar hava sæð møguleikarnar við felags rakstri og hava nú flutt handlarnar saman í hølini, har Posta áður helt til.
Í dag - leygardagin 30. apríl - lótu tær báðar sínar handlar upp. Men í dag er eisini langur leygardagur, og opið er frá klokkan 10-19.
Tað er ikki á hvørjum degi, at samanleggingar fara fram úti á bygd, og tær báðar heilsa og siga, at øll eru vælkomin inn á gólvið, nú opið er til klokkan 19 í dag.