Romantikkur á Vaglinum

Í føroyskum troyggjum og oysandi regni møtti trúlovaða parið úr Eysturríki upp í býráðssalinum í Havn, har tey vórðu vígd seinnapartin fríggjadagin Hóast tey bara kendu Føroyar frá einum nógv umrøddum fótbóltsdysti fyri mongum árum síðani, valdi eysturríkska parið Eva Hiller og Thomas Wimmer at ferðast líka til Føroyar at giftast í býráðssalinum í Havn.

Tey bæði hava altíð ferðast nógv í norðurlondum, og dáma sera væl norðurlendska mentan og ikki minst friðin, ið her valdar.

- Vit hava vitjað øll hini norðurlondini, og tað er so vanligt at fara til Íslands. Tí fann eg uppá, at vit skuldu fara til evarska lítla landið mitt úti í Atlantshavi, sigur 44 ára gamla Eva Hiller. Hon starvast dagliga á einari røntgendeild í lítla býnum Melk uttan fyri høvuðsstaðin Wien, meðan maðurin, 40 ára gamli Thomas, býr í Wien, har hann starvast sum lærari á tekniskum skúla.

Spurd, hví tey hava valt at verða vígd í føroyskum troyggjum, greiða tey frá, at tey vanliga altíð keypa sær eina troyggju í landinum, har tey ferðast.

- Tí var tað eisini natúrligt at støkka inn á gólvi hjá Tøting á Áarvegnum, har vit valdu okkum hvør sína troyggju. Og tá handilskonan Lydia hoyrdi, at vit ætlaðu at giftast í troyggjunum, gjørdi hon ikki matari enn at geva okkum troyggjurnar í gávu. So hóast veðrið ikki vísir okkum vælvild, so er ikki eiti á blíðskapi, vit møta her á landi, siga tey bæði.

Næstu tvær vikurnar fer nýgifta parið at ferðast kring oyggjarnar, eitt nú til Gjáar, Mykinesar, Hattarvíkar og Húsavíkar.