Romano gevst

Romano Prodi, sum júst hevur lagt frá sær sum forsætisráðharri í Italia, kunngjørdi í gjár, at hann fer ikki at stilla upp á tjóðartingsvalinum, sum verður í apríl. Við tíðindafólk segði Prodi seg vóna, at avgerð hansara um at gevast kann reinsa luftina og slætta sjógvin í tí komandi valstríðnum. Romano Prodi, sum fyrr hevur verið formaður í ES-nevndini, var italskur forsætisráðharri í 20 mánaðir, til eitt misálitisuppskot feldi stjórn hansara.