Tað vóru fleiri spennandi dystir í Seriu A hetta vikuskiftið. Fríggjakvøldið tók Inter Milan ímóti Juventus. Longu í fyrra hálvleiki fekk Juventus ein spælara útvístan. Juventus royndi at hanga í, men eitt korter fyri tíð, eydnaðist tað brasiliska høgrabakkinum hjá Inter, Maicon, hegnisliga flúkta Milano liðið á odda. Í yvirtíðini staðfesti Samuel Eto´o sigurin.
Á Luigi Ferraris í Genoa tók Sampdoria ímóti AC Milan. Milan kom á odda í fyrra hálvleiki við máli frá Marco Borriello. Í seinna hálvleiki gjørdi Milan brotsspark og fekk samstundis ein mann útvístan. Antonio Cassano umsettið brotsparkið til mál. Í seinasta minuttinum avgjørdi Giampaolo Pazzini til fyrimuns fyri Sampdoria. Hetta merkir, at Milan fær tað ógvuliga trupult við at vinna Seriu A í ár.
Í Rom var grannauppgerð í gjár ímillum Lazio og AS Roma. Lazio legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men Mirko Vucinic vildi tað annarleiðis. Fyrst javnaði hann við brotssparki, áðrenn hann sendi eitt beinleiðis fríspark í mál til endaligu støðuna 2-1 til Roma.
Frísparkið hjá Vucinic sendi eisini Roma á fyrsta plássi í Seriu A, nú bara fýra dystir eru eftir. Teir hava 71 stig, meðan Inter Milan bara er eitt stig aftanfyri á øðrum plássi. Milan hevur 64 stig á triðja plássi.










