Roma vann í gjár 1-0 á útivølli móti Catania. Mirko Vucinic eisamalla málið í fyrr hálvleiki. AC Milan var á vitjan í Bari. Marco Borriello og Pato skoraðu málini í 2-0 sigrinum.
Roma er nú bara fimm stig aftanfyri Inter, meðan Milan á triðja plássi eru sjey stig aftanfyri grannarnir úr Inter. Milan hevur tó spælt ein dyst færri enn Inter og Roma.
Kappingarárið hjá Juventus hevur ikki eydnast væl, men í vikuskiftinum fingu teir aftur trý stig. Á útivølli móti Bologna eydnaðist tað at vinna 2-1. Diego legði Juventus á odda, áðrenn Antonio Buscé javnaði fyri Bologna. Antonio Candreva avgjørdi dystin til fyrimuns fyri Juventus. Gamla daman liggur nú á fjórða plássi, heili 14 stig aftanfyri Inter.










