Roma hevur nógvar skaðar

Roma slapp væl frá fyrru hálvfinaluni á Emiraties Leikvøllinum í London, tá teir bert taptu 1-0. Arsenal svam í málmøguleikum, og var tað serliga danski framherjin, Nicklas Bendtner, sum brendi illa hetta kvøldið.

 

Og tað verður hart hjá Roma at taka Arsenal-leiðsluna aftur í seinnu Champions League 1/8 finaluni, sum verður spæld á Olympiska Leikvøllinum í Róm í annaðkvøld kl. 19.45. Liðið hevur nevnliga nógvar mans skaddar.

 

Liðformaðurin, Francesco Totti stríðast við skaða í knænum, og Alberto Aquilani stríðist við skaða í øklunum. Kortini verður roynt at pjøssað uppá hesar báðar, so teir verða klárir. David Pizarro og Jeremy Menez sita á beinkinum, hóast teir eisini dragast við skaðar.

 

Simone Perrotta eller Cicinho koma ikki uppá tal. Cicinho verður úti restina av kappingarárinum. Vanliga vildi Christian Panucci yvirtikið plássið hjá Cicinho, men Panucci fór upp at keglast við venjaran, Luciano Spalletti, og kemur hann tí ikki uppá tal. Danielli De Rossi hevur leikbann.

 

- Tað eru ikki nógvir av okkum, sum eru eftir, men óansæð hvør av okkum spælir, so kanst tú verða vísur í, at teir koma at geva seg 100 %, sigur Mirko Vucinic við italskar miðlar.

 

Støðan er munandi betri hjá Arsenal. Eduardo da Silva og Theo Walcott gjørdu báðir comeback fyri Arsenal í FA Cup 1/8 finaluni ímóti Burnley. Teir eru báðir við í hópinum, sum er farin til Róm.