Í ár er tað 50 ár síðani, at bretski bólkurin, The Rolling Stones, byrjaði at spæla saman. Av hesari orsøk ætlaði bólkurin at hava eina rundferð í ár, men alt hetta verður í fyrstu atløgu av ongum.
Orsøkin er, at ein av bólkalimunum, Keith Richards, hevur so vánaliga heilsu, at tað letur seg ikki gera at fara á eina slíka rundferð. Síðani 2006, tá ið Keith Richards á einari feriu í Fiji-oyggjunum datt niður úr einum træi, hevur heilsan hjá honum verið alt annað enn góð. Tá hann datt, fekk hann ein skaða í heilan.
Fyrraárið viðgekk Richards, at hann ikki hevði nortið ein gittara í næstan tvey ár.
Í ár gongur tó betri. 24. februar framførdi Keith Richards til eina lítla konsert í New York. Og sambært Rolling Stones er Richards eisini í ferð við at gera eina nýggja fløgu saman við bólkinum.
Rolling Stones sigur at enda, at teir vóna, at teir kunnu hava sína rundferð í 2013.
Skrivað hevur Neli Heldarskarð