Aldrandi rockararnir í Rolling Stones – sum er ein av mætastu rockbólkunum í tónleikasøguni – fer á enn eina Europaferð í heyst.
Í september og oktober spælir Rolling Stones 13 stórar konsertir ymsastaðni í Europa. Fyri føroyingar verður nærmasta konsertin í Keypmannahavn, har Rolling Stones skal spæla í Parkini tann 3. oktober.
Rolling Stones byrjar europeisku konsertferðina í Hamburg tann 9. september. Síðani spæla teir í eitt nú Zürich, Barcelona, Düsseldorf og Stockholm, áðrenn konsertferðin endar við tveimum konsertum í París tann 19. og 22. oktober.









