– Ikki eitt eyga turt á Roskilde Festivalinum í gjár, skrivaði Gissur Patursson fríggjadagin.
Rolling Stones konsertin á Roskilde Festivalinum fekk miðalaldurin, sum vanliga er um 25 ár, at hækka munandi. Gomlu gubbarnir leveraðu bara vøruna.
– Hetta var fantastiskt og undirhaldandi, segði Gissur Patursson.
Crewið hjá Rolling Stone er sum ein rímuliga stór føroysk bygd – ella sum alt tað danska Fólkatingið, tí tey telja ikki færri enn 179 fólk.