Rolling Stones og Eagles á torginum

Konsertferðir til teir báðar stóru bólkarnar, eins og ferðir til Champions League finaluna og Lalandia verða at vinna, tá ÍF-stuðlar hósdagin til leygardagin skipa fyri tiltaki á Torginum í SMS

Tiltak

Hvør kundi ikki hugsað sær at sloppið til Lalandia ella konsert við Rolling Stones ella The Eagles ella til Champions League finaluna í París? Hetta fáa øll vitjandi í SMS møguleikan til frá hósdegnum til leygardagin, tá ÍF-stuðlar skipa fyri øðrvísi og forvitnisligum tiltakið á Torginum í SMS.

Gálgasino, tombola og el-bilar
Í sambandi við tiltakið á Torginum, hava fuglfirðingar fingið fatur á einum sokallaðum Gálgasinu-spæli, sum er ein pláta við 240 feltum á, sum eru merkt frá 1-240. Seldir verða lutaseðlar frá 1-240, og tá ið hesir eru seldir, verður ein terningur sleptur úr gáganum í miðjuni á plátuni, og tað talið, sum terningurin fellur á, hevur vunnið vinningin. Hósdagin kl. 17.15 verður drigið um 2 atgonumerki til Rolling Stones konsertin, sum verður í Glasgow 25. august.
Somu tíð fríggjadagin verður drigið um 2 atgonumerki til Eagles konsertina, sum verður í Londin 17. juni. Seðlarnir til hesi bæði spølini kosta kr. 50,00 fyri hvønn.
Leygardagin kl. 15.30 verður lutakast um størsta vinningin, sum er ein ferð fyri tveir persónar til Champions League finaluna í fótbólti, sum verður í París 17. mai. Hesir seðlarnir kosta kr. 100,00 fyri hvønn.
Íroknað allar vinningarnar er gisting, flogferð og ávísur flutningur.
Umframt burturlutingina av stóru vinningunum í Gálgasino-spælinum, eru el-bilarnar til smærru børnini, vøru- og bamsutombola, skava&vinn-seðlar og lutaseðlasøla.

Sudoku-kapping
Í sambandi við tiltakið í SMS verður eisini skipað fyri sudoku-kapping. Í mesta lagi 32 luttakarar fara at kappast um heiðurin sum »Besti Sudoku-spælari«, umframt at vinnarin fær eina familjuferð við Smyril Line.
Kappingin verður skipað í tveimum innleiðandi umførum, eitt hósdagin og hitt fríggjadagin. 16 luttararar fáa pláss til hvørt umfarið, harav tveir fara víðari til finaluna, sum verður leygardagin. Á torginum verða settir upp tveir stórskíggjar, har tveir luttakarar loysa hvør sína uppgávu. Tann ið er fyrstur at loysa uppgávuna, fer víðari. Kappingin er sostatt skipað eftir einum cup-leisti, har hvørt innleiðandi umfarið so endar við tveimum luttakarum, sum hava vunnið sær pláss í finaluni. Í sjálvari finaluni, sum verður leygardagin 25. mars, verða sostatt fýra luttakarar sum kappast um høvuðsvinningin, sum er ein familjuferð til Lalandia, fyri fýra persónar við bili. Seinasta freist at melda til, er mikukvøldið 22. mars á tel. 556661 ella sudoku@kallnet.fo, og fullteknað er tá 32 luttakarar hava boðað frá luttøku.

Málningauppboðssøla
Leygardagin kl. 13.30 verður málningauppboðssøla á Torginum. Málningar, sum seldir verða á uppboði, kunnu skoðast á Torginum frá hósdegnum. Listafólkini, sum hava málað, eru Øssur Mohr, Heðin Kambsdal, Frits Johannesen, Ian Luid og Randi Gunnarsdóttir. Uppboðssøluhaldari leygardagin er Torbjørn Jacobsen.