Rolling Stones hanga í

Hóast miðalaldurin í bólkinum er 66 ár, ætla Rolling Stones at halda fram við at geva tónleik út og verða á konsertferð. Keith Richards, sum júst hevur givið ævisøgu sína út, segði við BBC um vikuskiftið, Rolling Stones hava ongar ætlanir um at gevast.

 

Tónleikararnir í bólkinum eru komnir væl upp í árini, og miðaaldurin í bólkinum er 66 ár.

 

- Allir eru til reiðar at fara út aftur at spæla. Tað eru bara vit, sum vita nær hetta skal enda, og tá verður tað við einum ordans braki, sigur Keith Richards við BBC.

 

Rolling Stones góvu sína seinast fløgu út í 2005, og hetta var fløga nummar 25 hjá bólkinum. Rolling Stones byrjaðu at spæla í 1962, og teir kunnu tí um tvey ár halda sítt 50 ára jubileum.