Rolling Stone á Summarfestivalinum

Millum teir mongu gestirnar til Summarfestivalinum um vikuskiftið verða eisini tvey fjølmiðlafólk úr Russlandi, sum skulu dekka festivalin fyri russiskt tónleikarit og ferðavinnublað.

 
 
Nógv fjølmiðlafólk verður til staðar, tá Summar Festivalurin verður hildin um vikuskiftið. Flestu av teimum føroysku miðlunum verða til festivalin, og eisini úr útlandinum koma fjølmiðlafólk at dekka festivalinum.
Millum útlendsku gestirnar eru tveir mans úr Russlandi, sum arbeiða fyri ávíkavist tónleikablaðið Rolling Stone og fyri ferðavinnublaðið Mir. Saman við teimum fer eisini russin Ivan Eginson, sum hevur búð í Føroyum í fleiri ár, at dekka festivalin.