Róland Toftum setti morgun stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin upp á 28.62 sekund.
Pauli Øssursson Mohr átti føroyska metið á 28.87 frá HS-stevnu í 2012.
Róland Toftum svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag og eigur eisini føroyska metið í 50 metra bringusvimjing á langgeil á 29.43 frá Danish Open 2017, skrivar svimjing.com
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja video av kappingini, sum Niels Juel Arge hevur tikið.