Róland nýtt føroyskt met í 50 bringu

Tað tók honum 28 sekund og 30 hundraðpartar.

Róland føroyskt met í 50 bringu. Dánjal Martin Hofgaard eigur myndina.

Róland Toftum setti í dag nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing fyri menn á stuttgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Bergen Swim Festival svam hendan teinin uppá 28 sekund og 30 hundraðpartar.

 

Hetta skrivar Svimjisamband Føroya í dag.

 

Róland Toftum átti sjálvur føroyska metið á 28.37 sekund frá NM í Havn í 2019.

 

Hann var tó ikki einasti føroyingurin, ið setti met í svimjing í dag. Les meira um tað her: Nýtt juniorlandsliðsmet í 4×200 frí

 

Róland føroyskt met í 50 bringu. Dánjal Martin Hofgaard eigur myndina.