Róland á kurteisferð

Í gjár varð farið á lítla kurteisferð suður móti Eystnesi við Rólandi, sum bar seg væl, tó at tað var eitt sindur av aldu

Leygardagin varð skipað fyri móttøku og hátíðarløtu fyri M/S Róland og nýggja framleiðslu- og fyrisitingarbygninginum hjá Bakkafrost.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri og Regin Jacobsen, stjóri, hildu røðu, samstundis sum hundraðtals fólk fegnaðurt um hetta framkomna virkið, sum alt liggur undir einari lon. Tilsamans eru nú 37.000 fermetrar undir taki á Glyvrum, upplýsti Regin Jacobsen, stjóri í sínari røðu.

 

Í gjár varð farið á lítla kurteisferð suður móti Eystnesi við Rólandi, og vóru partar av báðum manningunum við fyri at royna skipið, teirra millum báðir skipararnir. Skiparin á aðrari vaktini er Símun Johannesen, og hin er Tórhallur Staksá. Róland bar seg væl, tó at tað var eitt sindur av aldu, longur suður vit komu.

 

Róland – stødd:

Tonnaga: 2.164 t

Deyvekt:  3.246 t

Stødd: 71.99 m × 16.01 m

2 motorar á 2.005 KW

Byggiár: 2001

 

Systirskipið hjá Róland, Martin - bæði eru tænastuskip hjá Bakkafrost, hevur eisini stóra maskinorku: 2 motorar á 2.200 KW – er 73,4 m langt og 16,6 m breitt – tonnaga 2.466 tons.

 

Bæði skipini eru sera væl útgjørd, stór og rúmlig, men er Róland nakað betri útgjørdur við størri kranum.

 

Róland er farin inn aftur á Skála at fáa onkrar snøklar gjørdar hjá Mest, áðrenn farið verður í vinnu ein av fyrstu døgunum. Eftir ætlan skulu manningarnar vera umborð tríggjar vikur hvønn túr.

 

Einki er at taka seg aftir í, at Bakkafrost er sera væl útgjørt við hesum tænastuskipunum. Nú telur flotin seks skip og 55 alibátar í ymiskum støddum.

 

Ein frálíkur túrur við einum frálíkum skipi, har tað eisini vóru onkrir kanska komandi dekkara, skiparar ella maskinmenn við.