Rokut ella yndislig í tí lítla svarta

Við einum »lítlum svørtum« í klædnaskápinum, eigur tú altíð okkurt at fara í. Og serliga nú í desember mánaði er tað hent, tí tiltøkini eru mong. Men ístaðin fyri at keypa nýtt dress hvørjaferð, tú skalt út, ber til at skifta stíl, bert við at skifta tilhoyr.

Her eru nøkur dømi um ymisk accessories, sum kunnu broyta tín lítla svarta kjóla fullkomiliga.

Tú kanst antin vera rokalig, pen, vøkur ella yndislig, um bert tú hevur ein lítlan svarta kjóla sum útgangsstøði.


»Lítil svartur« kjóli frá Killah. Bundin og við lekrum detaljum, t.d. flesum í neðra og sloyfu um lívið: Diva: 899,- • Reyð lakktaska frá Beaver’s collection, Diva: 359,-• Reytt, breitt leðurbelti frá Meinert, Diva: 359,- • Svart, breitt leðurbelti frá Diesel: 599,- • Ljósareyðar stilettir frá Chix, Skóðhornið: 399,- • Hondbundin troyggja, grá og myrkamorreyð, designað av Gerd Norðfoss, Igloo: umleið 300,- fyri tilfar og uppskrift • Einglaveingir við lastikkum til armarnar frá Panduro Hobby, 2x3: 69,- • Diadem við similisteinum frá Glimmur: 249,- • Ljósareyðir leður stivlar við sneakersbotni frá Diesel, Diva: 1499,- • Hálsketa og oyraringar við similisteinum frá Glimmur: 399,- fyri settið • Langar perluketur frá Glimmur: 149,- • Hárklemma við reyðum similisteinum frá Glimmur: 199,- • Hvítir skógvar við svørtum seymi og ankulreim frá Chix: Skóhornið: 399,- • Ljósagráir, langir beinvarmarar • frá Sirri: 300,- • Ljósagráir kubbar frá Sirri: 154,- • Breitt armband við similisteinum • frá Glimmur: 299,- • Smalt armband við similisteinum frá Glimmur: 149,- •  Lítil, svørt leðurtaska við stoyrari sloyf frá Meinert, Diva: 359,- • Slingback stilettir við gullpaillettum frá Chix, Skóhornið: 399,- • Silvur stilettir við holmynstrið frá Chix, Skóhornið: 399,-