Rókur vann á Leivi og Jónasi

Tað gjørdist ein misjavnur dagur hjá fýra føroyingaliðum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag

Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag. 

 

Á Frederiksberg tók FIF við Leivi Mortensen og Jónasi G. Djurhuus á liðnum móti HC Aarhus, ið hevði Rók Akralíð á liðnum.

 

Rókur eigur fyribils argingarrættin, tí HC Aarhus vann stórsigur 37-25 á FIF. Í steðginum var HC Aarhus á odda 21-15.

 

Leivur gjørdist næstbesti málskjúttin hjá FIF við fimm málum. Jónas skoraði trý mál í dag.

 

Rókur skoraði tvey mál fyri HC Aarhus.

 

HC Aarhus er nummar fimm í deildini við 14 stigum. FIF er nummar átta við 10 stigum. 

 

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ mistu ein góðan útisigur móti Skovbakken á útivølli móti dystarenda. Tá klokkan vísti 59:54 javnaði Emil Svensson til javnleik 28-28, og so fingu Rói og liðfelagarnir bert eitt stig við sær.

 

Í steðginum var HØJ á odda 15-12.

 

Rói skoraði eitt mál fyri HØJ í dag. 

 

HØJ er næstfremst í deildini við 18 stigum, sama stigatali sum oddaliðið, Skive sum eisini hevur 18 stig.  

 

Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne, ið er felagið hjá Brandi aftaná húsagangin hjá Ajax taptu á heimavølli 28-29 fyri Grindsted.

 

Team Sydhavsøerne er nummar seks í deildini við 13 stigum.