Rókur takkar fyri seg

Rókur Akralíð hevur gjørt av at stilla hondbóltsskógvarnar á hillina

Rókur Akralíð hevur gjørt av at stilla hondbóltsskógvarnar á hillina. Hann spældi sín fyrsta A-landsdyst í 2004, bert 17 ára gamal, og hevur nú eftir 18 ár á landsliðnum gjørt av at steðga. Hann steðgar eisini í sínum felagi Aarhus HC. Rókur er 35 ára gamal og arbeiðir sum lækni í Aarhus, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Strikuspælarin byrjaði sum 7-ára gamal, at spæla hondbólt í Kyndli. Teir høvdu eitt gott ungdómslið og vóru eisni hepnir at hava góðar venjarar. Rókur Akralíð kom heilt ungur á besta liðið hjá Kyndli, og náddi at spæla trý kappingarár í fremstu deildini, áðrenn hann flutti til Danmarkar at lesa og spæla hondbólt. Hann var heima aftur eitt skifti, frá 2017-2018, áðrenn leiðin aftur gekk til Danmarkar.

 

Rókur Akralíð var upprunaliga bakspælari, men eftir skaða í økslini varð hann, sum 24 ára gamal, umskúlaður og hevur síðani spælt sum strikuspælari og miðverji. Hann viðmerkir um landsliðsleið sína og avgerðina at steðga:

 

- Ferðin við føroyska landsliðnum hevur verið long og ógvuliga skiftandi gjøgnum tey, eftirhondini, mongu árini eg havi verið við. Landsliðið var tíverri ikki virkið flestu af mínum bestu hondbóltsárum, men hevur hondbólturin í Føroyum, nú gjøgnum fleiri ár verið undir stórari menning, um hugt verður eftir bæði ungdómslandsliðum og A-landsliðinum. Vit eru farnir frá at spæla menningarkappingar, til at spæla ímóti bestu tjóðum í heiminum. Hetta er ikki komið av sær sjálvum, men við miðvísum arbeiði, bæði frá Hondbóldssambandinum, feløgum, spælarum og venjarum. Tað hevur verið ógvuliga stuttligt og gevandi at verið við, serliga tey seinastu árini, har menningin hevur verið ótrúlig, sigur Rókur og leggur afturat:

 

- Fortreytin fyri at vera virkin á høgum ítróttarligum støði krevur at tíð og orka verður løgd í venjing og ikki minst styrkivenjing. Hesa tíð havi eg tíverri ikki longur. Eg havi vant minni enn áður og var byrjaður at merkja, at styrki og støði hjá mær heldur ikki var, sum tað hevur verið. Eg havi hugsað um tað í eina tíð eftirhondini, og tað var við blandaðum kenslum, at eg í desember ringdi til landsliðsvenjaran og greiddi frá, at eg hevði tikið avgerð, um at gevast við at spæla hondbólt.

 

- Eg vil gjarna takka øllum, sum eg havi møtt á míni hondbóltsleið, bæði spælarum, venjarum, liðleiðarum, fysioterapeutum, HSF og øllum tykkum sjálvbodnum, sigur Rókur Akralíð at enda.

 

Rókur Akralíð hevur spælt 51 landsdystir fyri føroyska A-landsliðið. Tað er triðflest. Tað bleiv til 67 mál fyri Føroyar.