Heri Mohr
Í einari grein "Fyrst mugu granskararnir granskast", sum Poulsen hevði í bløðunum seinastu viku, lesa vit m.a.: " vit granska, eiga vit at kanna, hvussu nógvir pengar eru brúktir til "gransking" seinastu 25 árini".
Hetta gevur orsøk til at kanna landskassans roknskapir - ikki 25 ár aftur í tíðina - tað kunnu onnur gera - men 5 ár: 2000-2004. Av almennum roknskapum framgongur, at í nevnda tíðarskeiði hevur landskassin samanlagt goldið fylgjandi løgtingsjáttanar:
Biofargransking 6.0 mió.
Granskingarætlanir 7.4 "
Granskingarráð 3.8 "
Økisgransking 8.6 "
Granskingargrunnur
2002-2004 13.9 "
Viðvíkjandi Granskingargrunninum er at siga, at hann varð stovnaður við løgtingslóg nr. 85 frá 15. mai 2001. Í árunum 2002-2004 hevur hann goldið 17.28 mió. til "Tilskot til einstaklingar" og 1.91 mió. til "Lønir v.m.".
Á síðu 293 í landskassans roknskapi 2004 sæst, at Grannskingar- grunnurin tann 31. desember 2004 átti ogn :"Aðrir skuldarar" stívar 6 mió., hevði "Stuttfreistaða skuld" stívar 5.8 mió. og ongan tøkan pening.
Hetta, sum her er skrivað, skal ikki skiljast sum uppílegging í kjakið um gransking, tí orðini hjá Dánjali Nolsøe, sála, í vertskapi í Keypmannahavn eina ferð fyri umleið 58 árum síðani loyvi eg mær (ósmæðið) at gera til míni: "Je kenni mín begrensning".