Roknivilla gav skeivan dómadag

Spádómurin hjá Harold Camping um, at Guð fór at taka 200 milliónir kristin til himmals leygardagin, tí jørðin skuldi ganga undir, helt ikki. Men nú sigur dómadagsprofeturin, at tað var ein roknivilla. Eftir at hava nærlisið Bíbliuna er hann komin eftir, at heimsins undirgangur verður tann 21. oktober í ár. Hann var sostatt fimm mánaðir ov skjótur.

Síðani leygardagin hava Harold Camping og konan hildið til í einum húsvogni, men í gjárkvøldið eydnaðist tað amerikonskum tíðindafólkum at fáa orð á hann.

-Hetta hevur verið eitt strævið vikuskifti, og eg eri sera harmur um, at mínar fyrru útrokningar ikki hildu, sigur maðurin, sum hevur brúkt fleiri milliónir dollarar til sínar dómadagsútrokningar og -fráboðanir.