Roknistykkið er manipulerand

- Hvussu kunnu teir fáa seg til at rokna við einum marknaðarvirði, ið fiskurin hevur í sjónum, áðrenn fiskimaðurin hevur fingið fiskin í trolið. Vita teir ikki, at tað finst ein útreiðslusíða, og vita teir heldur ikki, at almennar útreiðslur skulu burturav, áðrenn tú nært til botnlinjuna, spyr Føroya Reiðarafelag

Veiðiloyvi

 

- Hvussu sleppa menn uppøstir framat í fjølmiðlunum við tølum, sum einki hald hava í veruleikanum. Teir eru raskir at síggja inn í framtíðina og spáa um ríkidømi, ið liggur fyri framman. Hava teir gloymt støðuna í føroyska fiskiflotanum fyri bert tíggju árum síðan, har skip lógu svínabundin, og eingin so mikið sum tordi at eiga skip, ei hevði orku til at váða sær í gongd við vinnu á sjónum.

Soleiðis spyr Føroya Reiðarafelag á heimasíðu síni um dagarnar.

Felagið spyr víðari, hvaðani upphæddirnar koma, ið nevndar verða í miðlunum.

- Maður stendur algoystur í sjónvarpinum og profeterar um 3-10 miljardir í loyvisvirðum tey næstu árini. Jú, roknistykkið er einfalt, men hvaðani koma tølini?

Og lagt verður aftrat á heimasíðuni:

- Búskaparráðið tosar um loyvisvirði fyri skipabólkar, ið als ikki eftir nøkrum seriøsum kalkulatiónum høvdu givið eina positiva tilfeingisrentu.

Felagið setir nógvar spurningar, og ein er, hvussu hesi fólk kunnu fáa seg til at rokna við einum marknaðarvirði, ið fiskurin hevur í sjónum - áðrenn fiskimaðurin hevur fingið hann í trolið.

- Vita teir ikki, at tað finst ein útreiðslusíða, og vita teir heldur ikki, at almennar útreiðslur skulu burturav, áðrenn tú nært til botnlinjuna.

Føroya Reiðarafelag spyr eisini, um tað ikki er komið teimum til hugs, at sama tól skal endurnýggjast, og at íløgur skulu gerast fyri framtíðina.

- Hava teir ikki hoyrt um allýsingina av tilfeingisrentuni, ið ikki er sjálvt talið á botnlinjuni eftir avskrivingar og almennar útreiðslur, men samanburðurin við líknandi vinnu á landi. Hvussu nógvir veiðibólkar høvdu enda skeivu megin nulllinjuna, um roknistykkið var objektivt og ikki manipulerandi, sum Føroya Reiðarafelag tekur til.