Rokningin fyri vælferðina

- Vit kunnu ikki verða vælferðartænasturnar fyri uttan, og tað rinda vit prísin fyri í dag, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður

BÚSKAPUR

 
Fyri 43.000 krónur um mánaðin hevur Bárður Nielsen til uppgávu at stjórna føroyska búskapinum og halda skil á landsins inntøkum og útreiðslum.
Landsins fíggjarlóg hevur seinastu árini víst hall, og hall verður eisini komandi ár. Tónin úr fíggjarmálaráðnum er broyttur síðani vestmenningurin Bárður avloysti klaksvíkingin Karsten.
Vit hava sett fíggjarmálaráðharran stevnu fyri at venda kikaranum móti hansara fíggjarpolitikki og hugfrøði.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ongar marknaðarkreftir
Bárður Nielsen gjørdi bart og kolldømdi sáttmálan millum SEV og maskinmeistararnar. Grundgevingin var, at lønarhækkanin var ov stór. Landsstýrismaðurin leitaði eftir einari nullloysn, og harvið byrjaði tað at knípa við streyminum kring landið.
Vit hava í mesta lagi fjøruti minuttir í snotuliga umhvørvinum hjá fíggjarmálaráðharranum. Meira hevur hann ikki tíð til.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Og hví er tað so týdningarmikið, at SEV ikki kann geva eina lønarhækkan. Tað merkir ikki størri útreiðslur til landskassan  men øktar skattainntøkur?
- Støðan í búskapinum ger, at tað ikki ber til loyva nakrari munandi lønarhækkan. Fíggjarlógin gevur góðar tveyhundrað milliónir í halli í ár, og støðið verður tað sama komandi ár. Tað er snøgt sagt ikki rúm fyri nakrari lønarhækkan. Hvør einasta króna í øktum útreiðslum ger, at tað verður tyngri at reka samfelagið og neyðugt við enn størri sparingum, um landsins fíggjarlóg skal hanga saman, sigur Bárður Nielsen.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men tað kostar jú einki fyri landskassan?
-        Eg kundi verið líkaglaður og latið SEV siglt sín egna sjógv. Tað hevur eisini víst seg ferð eftir ferð, at hesin sáttmálin er við til at leggja støði fyri samráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Fakfeløgini eru so samantvinnaði, at tað ber ikki til at gera annað, sigur Bárður Nielsen.
Hann sigur, at verður lønarhækkanin á sama støði eftir samráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinum i heyst sum ætlaða lønarhækkanin hjá maskinmeistarunum hjá SEV, so merkir tað einar hundrað milliónir í meirútreiðslum fyri landskassan.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men er tað ikki at blanda seg út í marknaðarkreftirnar? Varð samráðst frítt, so burdi lønin tillaga seg eftir marknaðartretynum, og lønin vildi funnið eina natúrliga legu av sær sjálvum?
-        Eg vil kalla støðuna akkurát øvugt marknaðartreytum. Marknaðarkreftirnar eru langt síðani síðani settar út av spælinum. Vit hava hava normalløn, sum ikki broytist, tá tað eru ringar tíðir og heldur ikki broytist eins nógv og á privata arbeiðsmarknaðinu í góðum tíðum. Tað ger, at fólk tekkjast almenna arbeiðsmarknaðinum í ringum tíðum og søkja privata arbeiðsmarknaðin í góðum tíðum. Almenni arbeiðsmarknaðurin flytur seg ikki eftir marknaðartreytum og búskaparvøkstri.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ov stór hækkan
Tað, sum gongur aftur og aftur hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum er, at almennu útreiðslurnar eru voksnar ov nógv, og nú má táttast í. Tøl frá fíggjarmálaráðnum vísa, at lønarramman er hækkað við 24% frá 2000 til 2004. Samlaðu lønarútreiðslurnar á fíggjarlógini eru hækkaðar við 36% Sambært hagstovu Føroyar er brúkaraprístalið voksið við smáum fýra prosentum síðani 2001.
-        Hetta hongur ikki saman við búskaparvøkstrinum. Vit kunnu ikki økja enn meira um útreiðslurnar. Tað er ikki forsvarligt. Upp á longri sigt er ein nulloysn nógv tann besta loysnin fyri samfelagið, sigur Bárður Nielsen.
Síðani 2002 hava bæði inntøkurnar hjá landskassanum og BTÙ so at siga staðið í stað. Hetta tulkar Bárður Nielsen til, at búskapurin er stagneraður.
-        Vit mugu fyrihalda okkum til veruleikan. Tað er sjálvandi ringt at góðtaka, at vit eftir metstóran vøkstur nú hava ein búskap, sum er stagneraður, og hall á fíggjarlógini. Men tað er veruleikin, og honum kunnu vit ikki renna frá, sigur Bárður Nielsen. Hann heldur ikki, at undanfarna samgonga gjørdi neyðugar tillagingar á útreiðslunum, tá inntøkan varð skerd.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men tað ber ikki til bara at skjóta skylduna yvir á undanfarnu samgongu. Eitt nú eru tær fráboðaðu einskiljingarnar kundu í stóran mun skapt inntøkur til landskassan, men tær hava latið bíða eftir sær?
- Jú, tað er rætt. Tað hevur gingið alt ov seint hjá okkum at fremja einskiljingar. Eftir mínum tykki skuldu fleiri av fyritøkunum verið einskildar fyri fleiri árum síðani, men politikkur hevur forðað fyri hesum, sigur Bárður Nielsen.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Vælferðin kostar
Tann nógv umrøddi skattalættin, sum andstøðan hevur kallað asosialan, og stuðulin til rækjuvinnuna eru tiltøk, sum Bárður Nielsen kann taka undir við. Orsøkin er tann, at hetta merkir, sum hann sigur, at samfelagshjólini framhaldandi skulu mala og hugsast skal ikki bert um tað næstu fíggjarlógina  men upp á longri sigt, heldur landsstýrismaðurin fyri. Hesum eru tey langt frá øll, sum eru samd við honum í.
Eisini hevur landsstýrið valt at gera nógvar stórar íløgur. Aftur við somu grundgeving. Fleiri av íløgunum eru rakstrartungar, og nýggja Suðuroyarskipið er bygt í Spania, og harvið er ikki ein króna komin tí føroyska samfelagnum til góðar. Landsstýrið hevur í hyggju at gera størri íløgur í Føroyum fyri harvið at fáa hjólini her at mala skjótari.
 Grundgevingin hjá landsstýrismanninum fyri undirskotinum á fíggjarlógini er eisini, at tað er ikki bara sum at siga tað at sløkkja fyri vælferðartænastum.
-        Tá ið tú fyrst er byrjaður at bjóða eina vælferðartænastu, so er stórt sæð ómøguligt at steðga aftur.  Vit kunnu ikki verða  vælferðartænasturnar fyri uttan, og tað rinda vit prísin fyri í dag.
Landsstýrismaðurin heldur ikki, at tað er samsvar millum krøv og búskaparvøkstur.
- Vit hava verið ov lagaligir at eftirlíka krøvini, sigur Bárður Nielsen.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ikki so einfalt
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men hvussu leingi ber til at hava undirskot á fíggjarlógini?
-        Ein búskapur er ikki so einfaldur, at tú bara brúkar til goymslan er uppi. Tað er ikki í sær sjálvum nakað negativt, at landskassin hevur hall. Tað er nógv meira innviklað. Ein búskapur skal eisini endurspeglað, hvat tú vilt við samfelagnum, sigur Bárður Nielsen.
Hann sigur, at arbeitt verður við at skerja í útreiðsluøkingini komandi árini, so eitt yvirskot aftur kann hómast. Ætlanin er at afturhalda omanfyri hundraðmilliónir krónur í øktum útreiðslum, t.e. ikki í beinleiðis sparingum, men vit eitt nú nullloysnum, umleggingum og tillagingum.
 Lønir mynda næstan helmingin av fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin leggur tískil stóran dent á, at hesar verða hildnar so langt niðri sum gjørligt.
- Landsstýrið og samgonga ætla komandi árini at forða útreiðslunum at hækka munandi. Nulloysnir eru við í ætlanum, sum hevur til endamáls at fáa yvirskot á fíggjarlógini.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Er hetta ikki ein øgiliga primitiv búskaparstýring - við at spara og halda aftur í útreiðslum ?
-        Hetta er primitivt. Men hetta er eisini veruleikin, ið vit mugu fyrihalda okkum til. Hetta loysir ikki einsamalt trupulleikan  men sama við øðrum tillagingum, sigur Bárður Nielsen.
Tøl frá Fíggjarmálaráðnum vísa, at tað er avlop á handilsjavnanum og gjaldsjavnanum, og útlit eru til betri tíðir.
-        Tað gongur upp og niður í búskapinum. Fyri nøkrum árum síðani hildu vit, at trøini fóru at vaksa inn í himmalin, men tað gera tey ógvuliga sjáldan, sigur Bárður Nielsen.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Til høgru
Stevnan hjá landsstýrismanninum og samgonguni er við at hómast búskaparliga. Og gongdin er ikki júst serliga vinstravend. Fyrsta stigið er at einskilja almennu fyritøkurnar.  Og stendur tað til Bárð Nielsen, so verður alt vinnuligt, sum nú er á almennum hondum, privat. Allar tænastur, sum kunnu verða røktar av privatum og virka á vinnuligum treytum. Undantikið er sjúkrahús og líknandi.
-        Málið er, at innan tvey ár eru vit komin væl áleiðis við at einskilja størsta partin av teimum  almennu vinnuligu fyritøkunum. Peningurin frá søluni skal ikki nýtast til at lappa fíggjarlógina saman  men til at rinda skuldina hjá landskassanum, sigur Bárður Nielsen.
Øll skulu eisini sleppa at keypa  eisini útlendingar.
- Skulu vit verða partur av altjóðagerðingini, so kann tað ikki gerast hálvhjartað, sigur Bárður Nielsen.
Skattapolitiska stevnan hjá landsstýrismanninum leggur eisini upp til eina markanta broyting.
-        Tað stendur meira og meira greitt, at tey lond, sum klára seg væl í heiminum í dag, taka minni inn í beinleiðis skatti og áseta fleiri óbeinleiðis skattir(brúkaragjøldo.a., blðm), sigur Bárður Nielsen.
Tann progressivi føroyski skattastigin eigur eisini at verða skiftur út, heldur landsstýrismaðurin. Hesin drepur hugin at arbeiða og forivinna nakrar krónur afturat.
-        Eg meti sjálvur, at rindaðu øll 35% í skatti, so hevði landskassin fingið tað sama inn sum nú, sigur Bárður Nielsen.
Sum sambandsmaður er tað ikki so løgið, at landsstýrismaðurin er harmur um, at blokkurin varð skerdur av undanfarnu samgongu. Hann hevur einki ímóti, at blokkstuðulin fjarðar burtur við tíðini, men tað er ikki treytaleyst.
- Blokkstuðulin hevur verið øgiliga góður fyri okkara samfelag. Eg tori at pástanda, at vit ikki høvdu havt eitt so væl útbygd samfelag uttan hann.  Hann er als ikki skaðiligur. Men eg havi einki ímóti, at hann verður spakuliga tikin burtur, men vit skulu hava nakað at seta ístaðin, og tað hava vit ikki sum nú er, sigur Bárður Nielsen.