Hvørki løgtingið ella almenningurin fær at vita, hvussu nógv almenna flogfelagið Atlantsflog rindar konsulentfyritøku fyri strategiarbeiði.
- Atlantsflog er framvegis eitt børsskrásett felag, og eg fái ikki givið nærri upplýsingar um hatta.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til fyrispurning frá Høgna Hoydal. Formaðurin í Tjóðveldi vil millum annað hava at vita, hvussu nógv Atlantsflog skal gjalda ráðgevingarfyritøku fyri at hjálpa sær við strategiarbeiði.
Ráðgevingarfyritøkan Quartz+Co hevur fingið uppgávuna at hjálpa føroyska tjóðarflogfelagnum fram móti nýggju strategiini. Í samrøðu við VINNU um mánaðarskiftið januar/februar segði Jørgen Holme seg vera sannførdan um, at júst hendan fyritøkan var tann rætta.
- Júst hendan fyritøkan hevur teir førleikar, ið okkum tørvar til okkara strategiarbeiði, segði Jørgen Holme, uttan tó at útgreina hetta nærri.
Stjórin í Atlantsflog vildi ikki upplýsa, hvat hetta strategiarbeiðið og tænasturnar frá Quartz+Co kosta Atlantsflog.
Løgtingið og almenningurin fær heldur ongar upplýsingar um kostnaðin, hóast tingið herfyri samtykti at Atlantsflog aftur skal vera alment burturav og takast av keypsskálanum.
Í svarinum til Høgna Hoydal argumenterar Johan Dahl við, at Atlantsflog framvegis er eitt børsskrásett felag, og tí vil hann ikki upplýsa kostnaðin fyri tænasturnar hjá Quartz+Co.
Landsstýrismaðurin upplýsir tó fyri tinginum, at tríggjar fyritøku bjóðaðu seg fram til strategiarbeiðið fyri Atlantsflog.
- Orsøkin til, at arbeiðið ikki varð boðið út í Føroyum var, at tað eru ikki fyritøkur í Føroyum, sum hava førleikar at gera greiningar av fyritøkum innan flogvinnu, sigur Johan Dahl í svarinum til Høgna Hoydal.
Um sjálvt arbeiðið hjá Quartz+Co sigur Johan Dahl soleiðis:
- Norðurlendska ráðgevingarfyritøkan skal vera við til at útvega grundarlagið fyri einari strategi, heruppí gera greiningar av felagnum m.a. viðvíkjandi styrkjum og veikleikum hjá Atlantsflogi.