Roknifeilur tarnar Marknagilsdeplinum

Síðani seinast í november hevur ein partur av arbeiðinum á Skúladeplinum í Marknagili ligið stilt. Orsøkin er ein roknifelur sum ger, at tveir betongveggir skulu takast niðuraftur og stoypast av nýggjum.

Tað váttar Ewald Kjølbro fyri Sosilinum í dag.

Tað er ein álvarsamur roknifeilur, sum er orsøkin til, at tveir veggir í Marknagilsdeplinum skulu takast niður og stoypast uppaftur. Hetta eru veggir, sum eru kontravekt til stóra úthangi á bygninginum.

Veggirnir skuldu stoypast 65 cm tjúkkir, men eru bert stoyptir 35 ce tjúkkir. Talan er um fleiri 100 tons av betongi, sum skal skerast niðuraftur og stoypast av nýggjum.

Eitt ráðgevingarfelag í Danmark hevur gjørt útrokningarnar til Marknagilsdepilin, og har er tað, at feilurin er gjørdur, sum higartil hevur elvt til, at júst hesin týðandi parturin av arbeiðinum er seinkaður einar tveir mánaðir.

Sambært Ewaldi Kjølbro verður tað ikki greitt fyrr enn fyrst í februar, hvussu feilurin skal rættast, og hvussu stóra ávirkan hetta kemur at hava á byggitíðina.

Marknagilsdepilin skal standa liðugur til skúlaársbyrjan næsta ár.