Roknaskapur: Gott ár hjá SMS í fjør

SMS hevði góðar 12 milliónir krónur í yvirskoti í fjør. Tað vísir roknskapurin fyri 2017, sum nú er almannakunngjørdur á vinnuvitan.biz.

 

Nettosølan hjá P/F SMS í fjør var góðar 431 milliónir krónur, og fíggjarstøðan hin 31. desember vísti eina eginogn upp á góðar 65 milliónir krónur.

 

P/F SMS hevur tvey høvuðsvirksemi. Felagið eigur og rekur 12 matvøruhandlar, 7 Bónushandlar, 4 Mylnuhandlar, egið bakarí og Miklagarð við slaktaradeild.

 

Felagið leigar eisini sølumiðstøðina – bygningin á Trapputrøðni í Havn – frá P/F Fastogn og framleiðar handilshøli til handlarnar í sølumiðstøðini.

 

Felagið eigur partabrøv í hesum feløgum:

 

100% av partapeninginum í P/F Miðlon

80% av partapeninginum í Sp/F Thetis

50% av partapeninginum í Sp/F PowerFøroyar

50% av partapeninginum í P/F Dvøljan

50% av partapeninginum í Burn Fitness

50% av partabeninginum í P/F Burn Finans.

 

Leiðslan í SMS sigur í roknskapinum, at úrslitið er á støði við 2016 og á leið við tað, sum varð mett við ársbyrjan.

 

Leiðslan metir, at gjaldførið og fíggjarliga støðan er nøktandi

 

199 fólk starvaðust hjá SMS í 2017

 

Stjóri í P/F SMS Niels Mortensen.

Nevndarformaður er Christian F. Andreasen.

Nevndarlimir eru Mogens Nielsen, Kaj Johannesen og Niels Johannesen.

 

P/F SMS rindar partaeigarunum 6 milliónir krónur í vinningsbýti av ársúrslitinum í fjør.