Rokna við at samráðast í fimm tímar

Landsstýrið er nú farið á samráðingarfundin við donsku stjórnina.

Forsætismálaráðið, kl. 15.30


Føroyska samráðingarnevndin, sum er mannað við løgmanni og fýra landsstýrismonnum, kom til Forsætismálaráðið um fýra tíðina, og nú eru tey farin at fundast.


Roknað verður við, at samráðingarfundurin varðar í einar fimm tímar, og tað vil siga, at tíðindafundurin vætandi verður klokkan 20.15 føroyska tíð.


Um tíðarætlanin ikki heldur, verður tíðindafundurin eitt korter eftir, at samráðingarfundurin er liðugur.


Føroysku landsstýrisfólkini, sum eru á samráðingarfundinum saman við løgmanni, eru Høgni Hoydal, Helena Dam á Neystabø, Jørgen Niclasen og Karsten Hansen. Saman við teimum eru eisini fleiri embætisfólk.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.

Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.

Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.

Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.

Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.