Samstundis sum kappingin millum teir báðar stóru bankarnar um bústaðarkundarnar av álvara er farin í gongd, sita teir báðir smáu á síðulinjuni og fylgja við í tí, sum hendir.
Men Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi ætla tó ikki bara at hyggja at, men eru farnir at rokna upp á síni tilboð, ið verða teirra aftursvar til rentulækkingarnar hjá Eik Banka og BankNordik.
Niðanfyri ber til at hoyra samrøðu við Marner Mortensen, stjóra í Norðoya Sparikassa, og Søren L. Bruhn, stjóra í Suðuroyar Sparikassa.










