Roknaði ikki við at møta eium so nógv veikari liði

Svenski landsliðsvenjarin, Janne Anderson, var sera væl nøgdur við avrikið hjá svenska landsliðnum á Tórsvølli

Føroyar taptu 0-4 móti Svøríki í undankappingardystinum  á Tórsvølli.

Svenski venjain var sera væl nøgdur við avrikið hjá sínum liði, serliga í fyrra hálvleiki.

-Okkara leikarar dugdu sera væl at taka dystin og handfara hann. Eg eri takksamur fyri teirra innstilling og máttan teir spældu fyrra hálvleiki uppá, segði hann eftir dystin.

 

Spurdur um hann helt føroyska liðið var veikari enn hann hevði roknað við, svaraði svenski venjarin:

 

-Tá ið vit fyrireika okkum til ein slíkan dyst, so rokna vit altíð við, at vit spæla móti einum sterkum liðið. Aftaná, tá ið dysturin er spældur dugdi eg sjálvandi væl at síggja at okkara lið var munandi betri á degnum, segði Janne Anderson.