Roknaði ikki við Arsenal

Tað kom óvart á mong, tá ið Arsenal gjørdi avtalu við verjuspælaran Sol Campbell fyrr í ár, og Campbell sjálvur hevði eisini ilt við at trúgva fyrispurninginum frá Arsenal. - Eg trúði ikki, at eg nakrantíð aftur fór at spæla fyri Arsenal. Eg hevði nøkur tilboð, men tá ið Arsenal gjørdi vart við seg, var tað lætt at velja, sigur Campbell. Fyribils hevur Campbell sáttmála við Arsenal fram til summarsteðgin.