Fýra av teim allarbestu rokkbólkunum í Havn fara um vikuskiftið at samla pening inn til at senda ein teirra til Danmarkar í januar.
48 Pages fara at luttaka á størsta ungdómstónleika festivali í Europa, har yvir 200 bólkar spæla fyri hvørjum øðrum og einum lurtaraskara sum vanliga er eini 40-50.000 børn og ung.
Tá tað jú er kostnaðarmikið at ferðast til Danmarkar, hava teir saman við The Story Ends, Lama Sea og Onkikanndiskuterast. altkann, tikið stig til Totalt
Knockout Rokkshow, konsertir í Vertshúsinum fríggjakvøldið 12. og á Margarinfabrikkini leygarkvøldið 13. novembur. Konsertirnar byrja kl 22.00.
48 Pages, sum hava verið sera virknir síðsta árið, lova at teir ikki ætla at standa aftan fyri, tá teir seinast vóru í Vertshúsinum og rokkaðu kjallaran saman við bólkinum 200.
M.a. hevur Eyðun verið í Klaksvík og selt súklur, og hann sigur seg vera stak væl fyri og gleðir seg óført. Frans the Galán hevur smurt sær røddbondini og hóttir við at stemma guitaran. Bartal og Bjartur ætla sær so í hvussu so er at sleppa bumbunum, so at luft kemur undir 48 Pages.
Lama Sea eru eisini í toppform og teir lova eisini at teir fara at fýra ógvusliga uppundir grýturnar við teirra sermerkta up-town bullkukk rytmum.
Sangarin/guitaristurin í The Story Ends, Filip, hev-ur havt fingurin ov langt frammi og er vorðin skaddur, so teir hava fingið kendu guitarhetjuna Frans "The Man" Galán at hjálpa teimum.
Onkikanndiskuterast.altkann verða sum ikki eina ferð ein tann mest rokkandi sextettin við 3 guitarum í landinum. Sum teir siga" onki er sum tað sær út til at vera, hevur tú nakrantíð brotið beinið ?"
Vónandi verður ein dekans rúgva av fólki til konsertirnar, so vit kunnu senda 48 Pages til Danmarkar við manér í januar, har teir skulu umboða yngra ættarliðið av føroyskum rokktónleikarum.