Ungt virki
Popplist er ov popputt! Hetta er ein roynd at skapa ein rokkutt alternativ, sigur Teitur Fossaberg, marknaðarleiðari á unga virkinum Solid Tunes, sum í næstum fer at geva fløguna Solid Tunes út. Her er talan um eina savnsfløgu við løgum hjá kendum og minnið kendum føroyskum rokkbólkum og rokkkendum bólkum. Nýggjasta Popplist fløgan hevur ligið ovast á sølulistanum hjá 3aranum í nógvar vikur, so er spurningurin, um Solid Tunes megnar hetta sama avrik.
Felagsáhugi í tónleiki
Solid Tunes er partur av verkætlanini á Føroya Handilsskúla í Havn Ungt Virki.Tey fýra, ið mynda virkið Solid Tunes eru Jacoba Jacobsen (stjóri), Teitur Fossaberg(marknaðarleiðari), Hansy Højgaard (framleiðslustjóri) og Randi Mullis (fíggjarstjóri). Tey hava øll ein felags áhuga í tónleiki, og tað er úr hesum áhuga, at hugskotið um eina fløguútgávu er sprottið. Fleiri av teimum eru tónleikarar, og Teitur arbeiðir við ungdómssíðunum í SMS blaðnum. Tey vóru tí samd um, at teirra verkætlan skuldi hava við tónleik at gera frá fyrsta degi.
18 bólkar
Tey hava spurt føroyskar rokkbólkar og einstaklingar um at luttaka, og næstan allir hava játtað. Onkur vildi tó ikki vera við. Bólkarnir fáa ongan fíggjarligan vinning av luttøkuni. Alt yvirskotið fer til okkurt vælgerandi endamál innan tónleikin t.d. Grót. 18 bólkar hava játta at luttikið, teir eru: Lama Sea, Týr, Makrel, Sic, The Dreams, The Story Ends, 48 Pages, Páll Finnur Páll, Johannes og William, Marius, Orkestrii her vestrii, Side Effect, 200, Eager 2 Please, Deja Vu, Rene Bischoff, Synarchy og Heiðrikkur á Heygum.
Gott bland
Hetta er eitt gott bland av kendum og ókendum, ið er heilt tilvitað, sigur Teitur Fossaberg. Vit kunnu á hendan hátt marknaðarføra nakrar av teimum minnið kendu bólkunum, og hjálpa teimum fram. Bólkar sum Týr, 200, Makrel og Páll Finnur Páll hava nógvar fjepparar, og fólk fer neyvan at spola framvið løgunum, sum eru við hinum bólkunum. Á fløguni eru eisini fleiri bólkar, ið hava nógvar fjepparar uttan at hava givið fløgu út. T.d The Dreams, Sic, Marius, Orkestrii her vestrii, Eager 2 Please og Side Effect. Hetta kann sjálvandi gera fløguna sera áhugaverda fyri fólk, ið vilja hoyra sín yndisbólk á fløgu.
Marius áðrenn GBOB
Føroyski GBOB vinnarin og norðurlendski GBOB meistarin Marius er ein av bólkunum á fløguni. Hetta er jú ein upplagdur luttakari. Men tá tey spurdu bólkin, var hann rættiliga ókendur. Hetta var áðrenn GBOB luttøkuna, og tey høvdu hoyrt bólkin og hildu hann vera sera góðan. Tí var hann spurdur. Her er dømi um ein bólk, sum hevur flutt seg frá at vera ein bólkur, sum skuldi hjálpast fram við fløguni, til at vera ein bólkur, sum hjálpir fløguni fram.
Samráðast við útgevarar
Solid Tunes skipa ikki fyri innspælingunum, og tí er talan um endurútgávur hjá kendu bólkunum. Meðan hinir minni kendu bólkarnir, allir hava verið ella eru á veg í upptøkuhølið í sambandi við komandi útgávir, tí er talan um góða upptøkugóðsku hjá øllum bólkum.
Solid Tunes er í samráðingum við plátufelagið TUTL, ið hevur víst stóran áhuga í útgávuni. Tey hava somuleiðis prátað við 3aran, ið eisini var jaliga stillaður til útgávuna.
Konsert og útgáva
Í sambandi við fløguútgávuna hava tey hugsa um at gera eina útgávukonsert. Men henda skal ikki vera í SMS, tá Ungt Virki verður har, siga tey. Tí so fáa øll hini virkini eisini ágóðan av hesum, og hetta er jú eisini ein kapping. Ætlanirnar eru tó ikki komnar so langt við hesum enn. Nú verður dentur lagdur á fløguhúsan, ið skal gerast. Her hevur bólkurin fleiri hugskot, og tosar í løtuni við ein sniðgeva, ið kann hjálpa við at gera okkurt av hesum til veruleika.
Fígging úr USA
Randi Mullis er fíggjarstóri í Solid Tunes. Randi er býtisnæmingur úr Illinois í USA. Hon er kastað inn í hesa verkætlanina. Hon sigur, at hon heldur, hetta vera frálíkt. Í USA fáa vit ongantíð nakra ábyrgd á okkara skúlum, einki sum hetta í øllum førum!. Hon sigur, at hon hevur veruliga lært nógv av hesum.
Hon kendi einki til Føroyar, fyrr enn hon sá navnið á einum umsóknarblaðið, men gjørdist forvitin og helt, at hetta var eitt áhugavert land at vitja. Henni dámar eisini væl í Føroyum. Eisini føroyskan tónleik, sigur unga amerikanska gentan í Týr t-troyggjuni. Hon spælir fleiri ljóðføri og er sera áhugað í tónleiki. Tí er hendan savnsfløgan ein sera stuttlig uppliving, heldur Randi.
Hetta er gott
Øll fýra eru samd um, at Ungt Virki er ein frálík verkætlan, ið man lærir sera nógv av. Teitur heldur tó ikki, at leiðslan í Føroya Handilsskúla dugir nóg væl at síggja, hvussu virðismikil hendan verkætlan er. Tí har er als ikki sett nóg nógv tíð av til hetta.
Bólkurin valdi hetta navnið orksakað av, at tað ljóðaði væl. Tað vísir somuleiðis, at tey standa saman, og at her er eingin slingur í valsinum, siga tey. Tó viðganga tey, at bólkaarbeiðið hevur verið eitt sindur strævið til tíðir. Serliga í byrjanini dámdu Teitur og Hansy dekan ov væl at kjakast, og hetta var ikki altíð so heppið. Men tey siga, at nú gongur væl.