Lagt var upp til eina sanna rokk konsert í kvøld, tá fýra rokkstjørnur framførdu á sama palli. Talan var um Bill Champlin, Robin Beck, Joe Lynn Turner og síðst men ikki minst Bobby Kimball úr navnframa Toto.
Hóast veðurforsøgnirnar høvdu sagt frá góðum veðri alt kvøldið, so regnaði ella sirmaði tað meira ella minni alla tíðina. Tað forðaði tó ikki fólki í at koma á Vágsbø, tí hann var so at siga fullsettur.
Fyrstur á pallin var Bill Champlin, sum er kendur úr amerikanska rokkbólkinum Chicago. Hann sang nakrar av sínum kendastu sangum úr Chicago tíðini.
Tá Champlin var liðugur at framføra eftir tríggjar sangir, kom Robin Beck á pallin. Í sólbrillum og ljósareyðum jakka framførdi hon sínar sangir við stíli. Hon hevði nógv yvirskot, og tosaði hon nógv millum sangirnar.
- Hetta er eitt tað vakrasta landið, sum eg nakrantíð havi verið í, rópti Robin Beck í mikrofonina, meðan fjøldin klappaði og fegnaðist. Aftaná Robin kom Joe Lynn Turner úr bólkinum Rainbow á pallin.
Veruligt lív kom ikki í fjøldini, fyrr enn høvuðslegendan trein á pall, Bobby Kimball úr Toto. Hann sang síni allar størstu hitt so sum Afrika og Rosanna. Hann slapp næstan undan at syngja sjálvur, tí áhoyrarafjøldin tók næstan yvir, so hart hon sang. Kimball krýndi sína konsert við eykalagnum ’Hold the Line’ til stóran fagna og gleði fyri áhoyrarnar.
Konsertin var nakað lang, yvir tveir tímar. Men kanska er tað ikki so løgið, tá fýra rokklegendur skulu framføra øll síni hitt upp á eitt kvøld.










