Tiltakið er partur av nýggjasta marknaðarføringsátakinum hjá KontoIn, ið er rættað móti ungu kundunum hjá Føroya Banka, har bankin við sms boðum, boðar kundum sínum frá, at tiltøk verða. Sloganið Indian Summer Heystið er avlýst, hevur í eina tíð verið at sæð kring landið, og nú er greitt hvat talan er um. Á heimasíðu síni sigur bankin: Gleð teg til eina røð av feitum og óvæntaðum tiltøkum. Hav eygu og oyru opin og telefonina tendraða so verður tú kanska boðin við til eitt KontoIN tiltak.
"Indian Summer" er eitt fyribrigdi, ið lýsir eitt stutt tíðarskeið seint á heysti, við lýggjum og sólríkum veðri. Eitt hugfarsligt, róligt ella blómandi tíðarbil, sum kemur tá okkurt líðir móti enda.
Í síðstu viku var fyrsta tiltakið hildið, hetta var eitt Beach Party í Sandagerði við grill, DJ og Beach Volley Í dag kom so næstu sms boðini inn á telefonina:
Feitt tiltak: KontoIn bjóðar til ókeypis konsert við 200, The Story Ends og The Dreams við kunningarstovuna í Runavík mikukvøldið kl. 20.30. Send boðini víðari!










