Tiltakið er eins og konsertin við somu bólkum í Runavík mikukvøldið partur av nýggjasta marknaðarføringsátakinum hjá KontoIn, ið er rættað móti ungu kundunum hjá Føroya Banka, har bankin við sms boðum, boðar kundum sínum frá, at tiltøk verða.
Fyri løtu síðan komu hesi sms boð inn á telefonina: KontoIn í Klaksvík Feit konsert við 200, The Story Ends og The Dreams fríggjakvøldið 20.30 við ferjuleguna, øll eru vælkomin. Send boðini víðari!









