Rokkarin rokkaði!

Hann varð kendur frá danska X factor, og í kvøld legði hann fyri í Flagstjaldinum á Summarfestivalinum.

 

Tað var lagt upp til eina rokkonsert, tá ein av Føroya kendsastu rokkarum, nevniliga Sveinur, fór á pall kl. 20 í kvøld.

 

Hóast konsertin var tíðliga, so forðaði tað ikki fólki í at fara at lurta. Tjaldið so at siga fult, og fram við síðunum máttu fólk standa uttan fyri og lurta. Fremst stóðu flest børn, meðan tey vaksnu stóðu eitt longri afturi.

 

Sveinur sang sangir av síni komandi fløgu, ið ber brá av at vera ein, ja, rokkfløga. Við sær á palli hevði Sveinur ein ikki minni rokkandi bólk, har tað serliga var beiggi hansara, Jákup Pauli Gaard Olsen, sum saman við Sveini fylti pallin.

 

Síggj her myndir frá konsertini.