Fríggjakvøldið varð skipað fyri stuðulskonsert til frama fyri Í menniskjum góður tokki annað árið á rað.
Stigtakararnir høvdu savnað saman fleiri av Føroya fremstu tónleikabólkum og einstaklingum at framføra á dansistaðnum Rex, sum eins og í fjør var karmur um stuðulstiltakið. Tilsaman komu 40.800 krónur inn hetta kvøldið, og tað er væl meira enn í fjør, tá nakrar 30.000 krónur komu inn. Fleiri av teimum ið vóru komin á konsertina valdu at gjalda eitt sindur meir enn tað, sum atgongumerki kostaði.
Tann innkomna upphæddin verður latin í gávukortum frá leikahandlinum Klávus.
Rúni Djurhus, ein av fyriskiparunum, letur væl at kvøldinum.
- Eg eri ótrúliga væl nøgdur, hóast vit tíverri høvdu fleiri forfall frá tónleikarum orsakað av sjúku, sigur Rúni Djurhus. Eitt nú Lív Næss, Petur Háberg og guitarleikarar hjá Bárði á Lakjuni og MC-Hár kundu ikki luttaka sum ætlað, av tí tey øll løgdust sjúk. Eyðun Nolsøe, sum skuldi á pallin beint eftir klokkan 23, gjørdist seinkaður við Smyrli, og alt hetta tilsamans gjørdi, at skráin bleiv nakað broytt.
- Tað er ótrúligt, at eitt og sama tiltak kann verða rakt av so nógvum. Sjálvandi var tað spell, at øll ikki kundu vera við sum ætlað, men hinvegin so vóru tónleikararnir ógvuliga hjálpsamir og fleksiblir, soleiðis at tiltakið eydnaðist, og fólk vóru væl nøgd, sigur Rúni Djurhuus. Tey nógvu avboðini høvdu við sær, at aðrir tónleikarar máttu traðka til, fleiri spældu longri, enn tey upprunaliga skuldu, og Jákup Eli Joensen var tvær ferðir á pallinum og framførdi.