Rokka fyri góðum tokka

Fríggjakvøldið 14. desember fara nøkur av fremstu popp og rokknøvnunum á pall, tá REX skipar fyri stuð­uls­kon­sert fyri í menniskjum góð­ur tokki.

Rúni Djurhuus fyri­skip­ari sigur, at konsertin í fjør var væleydna, og tí spurdi hann aftur í ár før­oysk­ar tónleikarar, um teir vildu hjálpa við at geva illa stødd­um før­oysk­um børn­um eini betri jól, og beinanvegin meld­aðu fleiri bólkar og ein­stak­ling­ar seg til.

Tí eru vit errin at avdúka eina skrá sum telur Eyðun Nols­øe, Signar í Homrum, MC-Hár, Jákup Eli, Jens Marna Hansen, Petur Há­berg við bólki, Rebekku Pet­er­sen, Bárð á Lakjuni við bólki, Lìv Næs og Hans Andr­i­as Jacobsen.

Atgongumerki kosta 100 kr og penganir fara óskerdir til gávu­kort frá Klávus til »Í menn­iskj­um góður tokki«.
Dyrnar lata upp kl. 21.00 og lata aftur kl . 4.00.

21.30 Hans Andrias Jacobsen
22.00 Jens Marni
22.25 Signar í Homrum
22.50 Lív Næs
23.15 Rebekka Petersen
23.40 Bárður á Lakjuni við bólki
00:05 Jákup Eli
00.30 Eyðun Nolsøe
01.00 MC-Hár
01.30 Petur Háberg við bólki
02.00 DJ heldur lív í náttini