Hetta siga tey í Sjóvar kommunu í dag.
- Fyri 5-6 árum síðan varð norðara bryggja gjørd av nýggjum. Hon varð flutt longur út á fjørðin, so dýpið nú er 12 metrar.
Síðan er virksemið nógv vaksið á Hulki.
Í fjør samtykti kommunustýrið at veksa um bryggjukantin á Hulki, soleiðis at norðara bryggja verður longd suðureftir við 70 metrum og sunnara bryggja við 20 metrum norðureftir.
- Eftir útbyggingina verður norðara bryggja 177 metrar og sunnara bryggja 70 metrar. Tað er Rókin, sum stendur fyri arbeiðnum, siga tey í Sjóvar kommunu í dag.
Lesið eisini -
Størsti av sínum slag í Føroyum - https://www.in.fo/news-detail/rokin-nyggjan-krana-stoersti-av-sinum-slag-i-foeroyum
##med2##












