Rokilsi í seinna hálvleiki

Høvuðssamtaluevnið eftir dystin á Mølini í gjár, var rokilsi sum var miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

So gekk ikki nógv meiri enn eitt hálvt sekund áðrenn meginparturin av báðum liðunum stóð savna í einum trunka, har leiðarar og hjálparfólk annars royndu at toga menn sundur.
Tað gekk ein løta, har menn vóru heitir og skumpaðu undir hvønn annan, men tá tað var yvirstaðið, velur annars rímiliga vældømandi Lassin Isaksen at geva Alex dos Santos og Ronnie Samuelsen gult kort.
Gula kortið til Alex dos Santos er rættiliga óskiljandi, tí burtursæð frá at skumpa Gert Hansen um koll, so ger Alex dos Santos onki í øllum rokinum. Men gula kortið kann ikki vera givið fyri skumpið, tí EB/Streymur fekk ikki fríspark úr støðuni, men bara innkast.
Kortið til Ronnie Samuelsen er eisini rættiliga óskiljandi, tí Ronnie Samuelsen ger heldur onki í øllum rokanum, annað enn at rópa eitt sindur, men tað gjørdu allir, og tí er tað eitt sindur undarligt, at tað var júst hann, sum fekk gula kortið.
-rwd