Rokið í Sjálvstýrisflokkinum heldur fram

Fleiri limir hava meldað seg úr Sjálvstýrisflokkinum aftan á, at formaðurin í flokkinum valdi at atkvøða ímóti lógaruppskotinum um at gera tað ólógligt at gera mismum vegna kynsliga sannføring.


Rokið í Sjálvstýrisflokkinum
 
Sambært Útvarpinum hava minst fimm fyrrverandi valevni hjá sjálvstýrisflokkinum meldað seg úr flokkinum í sambandi við at formaðurin <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kári P. H?jgaard&quot;$?$end$!$Kári P. Højgaard</st1:PersonName$?$end$!$ valdi at atkvøða ímóti málinum um at gera tað ólógligt at gera mismum vegna kynsliga sannføring. Serliga almenn var útmeldingin hjá Carl August Arge, ið alment segði frá um sína útmelding.<BR> 
Í skrivi til miðlarnar í gjárkvøldið vísti fyrrverandi valevnið hjá Sjálvstýrisflokkinum Carl August Arge aftur, at hann er farin lætt um sannleikan, tá hann í seinastu viku segði, at málið um rættindi hjá samkyndum ikki var nóg væl umrøtt innanflokks.
 
Í útvarpinum fríggjakvøldið segði <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kári P. H?jgaard&quot;$?$end$!$Kári P. Højgaard</st1:PersonName$?$end$!$, at hann ikki skilti, at fyrrverandi limir í flokkinum funnust at, at nærum einki kjak var um eym mál í flokkinum. Hann segði, at málið um bann móti diskriminatión vegna kynsliga orientering hevur verið høvuðsevnið innanflokka tvey tey seinastu árini.<BR> 
Carl August Arge vísir á, at flokkurin ongar útmeldingar hevur havt um hetta mál hesi seinastu árini, og tann einasta umrøðan málið hevur fingið, er komin frá limum, ið ikki longur eru limir í flokkinum. Hann sigur somuleiðis, at <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kári P. H?jgaard&quot;$?$end$!$Kári P. Højgaard</st1:PersonName$?$end$!$ hevur roynt at tagt málið burt.<BR> 
Carl Augst Arge meldaði seg úr Sjálvstýrisflokkinum, aftan á at <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kári P. H?jgaard&quot;$?$end$!$Kári P. Højgaard</st1:PersonName$?$end$!$ atkvøddi ímóti banninum ímóti at gera mismun vegna kynsliga sannføring.