Rokið í Randers: Brandur ongan veg

Flytingarvindeygað letur aftur: Brandur Hendriksson Olsen um sína støðu í Randers

Tað er rokaligt í Randers FC í løtuni, eftir at bæði venjarin og ítróttarstjórin fóru frá í farnu viku. Brandur Hendriksson Olsen, sum hevur sáttmála til á sumri 2019, er framvegis í felagnum.

 

Les eisini: Brandur skal hava nýggjan venjara

 

Hann hevur verið skaddur alt fjør, men er nú aftur á vøllinum. Hetta er annað venjaraskiftið, síðani hann kom til felagið í 2016. Fyribils er ongin broyting í støðuni hjá skálvíkinginum í Randers FC.

 

- Eg havi sáttmála við Randers FC og tað fyrihaldi eg meg til beint nú, sigur Brandur H. Olsen í stuttari viðmekring, nú flytingarvindeygað í Danmark letur aftur í kvøld.

 

Støðan hjá Brandi Hendriksson er helst eitt sindur óviss, eins og hjá fleiri av hinum spælarum á liðnum. Fyrst bleiv íslendski Olafur Kristjansson, sum fekk føroyska miðvallaran til felagið, koyrdur. Í farnu viku bleiv so hollendski Ricardo Moniz, ið tók við eftir Olaf Kristjansson, eisini koyrdur.

 

Ítróttarstjórin í felagnum, Michael Gravgaard, tók eisini avleiðingarnar av sínum avgerðum og takkaði fyri seg. Randers FC liggur í løtuni niðast í Superliguni.

 

Flytingarvindeygað letur aftur:

 

Les eisini: Jóan Símun bíðar eftir telefonini

 

Les eisini: Gilli heldur ikki fram í Brann

 

Les eisini: Teit enn í Sønderjyske