Rokið í Gundadali: Hvat hendi?

ÍtróttarSosialurin: Vatnhamar, Atli, Torkil Veyhe og Víkingur á FM kós

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, kanst tú lesa alt um rokið í Gundadali, har fleiri mans fóru til hendurs í samband við eitt innkast. Atli Gregersen og Tróndur Vatnhamar greiða frá støðuni, sum hevur elvt til nógv kjak.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Dysturin í Gundadali millum Víking og HB er eisini dysturin hesa vikuna, har spælarametingar eru gjørdar. Les eisini um Sebastian Pingel, sum ikki heldur at hann gjørdi brotsspark.

 

Les eisini um Torkil Veyhe, sum veruliga hevur fingið eitt gjøgnumbrot í danskari súkkling í ár. Nú eru ikki færri enn trý lið, sum vilja hava føroyska súkklaran. Les samrøðu við súkklara í blaðnum í dag.

 

U21 dreingirnir í hondbóltur hava gjørt um seg í hondbólti í Íslandi og Danmark um vikuskiftið. Les millum annað um Áka Egilsnes, sum skoraði seks mál fyri sítt nýggja lið.

 

Gunnar Nielsen svarar fimm spurningum, eftir at hann vann á Jónasi Tór Næs, Kaj Leo í Bartalsstovu og ÍBV. Les eisini klummuna um revsiglaðar fótbóltskjakarar og royn quzzina.