Rokfiskiskapurin er av á hesum sinni

Føroysku línuskipini á Flemish Kap hava fingið boð um at seta kósina móti Føroyum, tí kvotan er nú um at verða uppfiskað. Tað skrivar Vørn á síni heimasíðu.


Tað er Fiskiveiðieftirlitið, ið hevur boðað línuskipunum á Flemish Kapp, Klakkur, Kambur, Eivind og Ågot, frá, at ævintýrið er av á hesum sinni.


Skipini hava nevniliga fingið boð um, at allur reiðskapur skal verða fingin úr sjónum 10. februar á midnátt.


Vørn skrivar í á síni heimasíðu, at talan hevur verið um rættiligan rokfiskiskap. Tey fýra línuskipini hava fiskað og fryst millum 25.000 til 60.000 pund um dagin.