Teir hava fingið 100 tons í flak í einans seks dagar, skrivar heimasíðan hjá Jóanis Nielsen. Fyri góðari viku síðani høvdu teir 400 tons og mikudagin vóru teir farnir uppum 500 tons. Tað er gott veður á leiðini har Vesturvón (myndin) roynir. Nógv russisk skip eru har og okkurt íslendskt eisini. Vesturvón byrjaði túr 12. mai. Teir lasta um 800 tons.








