Rokfiskiskapur í Barentshavinum

Vesturvón er farin at sigla heim. Skip og manning verða væntandi í Føroyum týsdagin í næstu viku. Veiðan er 800 tons í flaki, sum teir hava fiskað í minni enn sjey vikur. Flakatrolarin Vesturvón fór at sigla heim úr Barentshavinum í morgun við fullari last ? ella umleið 800 tonsum í flaki.

Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at í annaðkvøld eru júst sjey vikur, síðan skipið loysti í Føroyum, so hetta er ein rættiliga skjótur og góður túrur í nøgd.

Vesturvón verður væntandi í Føroyum týsdagin í næstu viku.

Reiðarin sigur, at teir byrjaðu at fiska í norskum sjógvi, men hava seinastu tíðina fiskað í russiskum sjógvi.

32 mans eru við Vesturvón, og skipari er Erland Olsen, sum býr í Havn, men er ættaður úr Rituvík.

Anfinn Olsen sigur, at hetta er annar túrurin hjá Vesturvón eystanfyri í ár, og á báðum túrunum hevur fiskiskapurin verið góður.

Hin fyrra túrin høvdu teir 670 tons í flaki.

- Tann fyrri túrurin var eisini stuttur. Vit valdu at koma heim við lastini, tí vit væntaðu prísfall, tá so nógv flak annars fór at koma á marknaðin í senn.

Anfinn Olsen sigur, at veiðan, sum Vesturvón siglir heim við nú, er ikki seld enn, men hann væntar, at nakað minni fæst fyri kilo enn á hinum fyrra túrinum.

Enniberg og Gadus royna eisini í Barentshavinum í løtuni, og sum skilst fáa skipini nógvan fisk.

Reiðarin væntar, at Vesturvón fer í Irmingarhavið at royna eftir kongafiski, tá klárt er at loysa aftur.

- Men vit eiga eisini ein fullan túr eftir í russiskum sjógvi í Barentshavinum, sigur Anfinn Olsen.