Rokeringar í politileiðsluni

Eftir at Uni Vestureið doyði um miðan januar, eru rokeringar farnar fram í politileiðsluni Nýggj nøvn manna nú leiðsluna í løgregluni í Føroyum. Jón Klein Olsen, sum hevur verið varapolitiinspektørur, tók við sum politiinspektørur, tá ný fyrrverandi maðurin í sessinum, Uni Vestureið, doyði um miðan januar.

Formliga tók Jón Klein Olsen við starvinum sum politiinspektørur 29. januar í ár, ella fyri góðum trimum vikum síðani.

Samstundis hevur verið søkt eftir varapolitiinspektøri, og nú er so John Martin Olsen settur í starvið.

John Martin fer frá starvinum sum varapolitikommiserur, og tekur við sum varapolitiinspektørur 1. mars í ár.

Fútin, Karen Marie Olsen, sigur, at einaferð fyrr ella seinni skal starvið sum politiinspektørur lýsast leyst, men at hetta bert er ein formalitetur.

Nú John Martin Olsen fer í starv sum varapolitiinspektørur 1. mars, verður gamla starv hansara sum varapolitikommiserur lýst leyst.