Síðani í summar, tá ið bólkurin hevði ein stuttan steðg, er farin fram ein ávís útskifting í Rok, ið hevði við sær, at talið á limum farið úr 5 niður í 4. Ongin er longur á tangentum, og nýggjur trummuspælari er Ólavur Enni Elisson, sum hevur spælt við eitt nú Høgna Lisberg og Malan Eyðunsdóttir Band.
Manningin í Rok er nú sostatt: Signar í Homrum (sang og guitar), Johan Ziskason (guitar), John Johansen, sang og bass (Ólavur Enni Elisson, trummur).
Talan er tískil um ein bólk við einari royndari manning, sum er samasett av tónleikarum, ið hava ein fortíð í so mikið kendum bólkum sum Kjølum og Mark No Limits. Tónleikurin, ið Rok spælir, liggur heldur ikki fjart frá hesum bólkum, og er skráin ein blanding av egnum løgum og løgum hjá øðrum.